Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Portugal vunnið seg í eina HM-hálvfinalu í manshondbólti.
Í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo vann Portugal í HM-fjórðingsfinaluni 31-30 á Týsklandi aftaná longda leiktíð.
Portugal var á odda 13-9 í steðginum. Liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel, málverjin, Andreas Wolff helt við 21 bjargingum Týsklandi inni í dystinum, og týskararnir áttu eisini seinasta álopið í vanligu leiktíðini, men megnaðu ikki at gagnnýta tað. 26-26 endaði tað aftaná vanliga leiktíð.
Í teimum allarseinastu sekundunum skoraði Martim Costa, ið hevði brent nógvar málmøguleikar sigursmálið hjá Portugal, og so kundu portugisarnir stórfegnast um eina søguliga HM-hálvfinalu móti favorittunum, Danmark.
Camilla Andersen, hondbóltsserfrøðingur hjá DR metir, at talan er um tey liðini, ið spæla mest nýmótans hondbóltin, og tí væntar hon eina framúr góða hálvfinalu millum Danmark og Portugal komandi fríggjakvøld klokkan 19.30. Dysturin verður spældur í Unity Arena.
Portugal-Týskland 31-30 (26-26 - 13-9)
Toppskjúttar Portugal: Francisco Costa 8, Victor Iturriza Alvarez 7, Martim Costa 4, Pedro Portela 4.
Toppskjúttar Týskland: Lukas Zerbe 9, Juri Knorr 7, Johannes Golla 5, Renars Uscins 4.