Hvar og hvussu helt tú nýggjár?
- Heima saman við konu og børnum. Vit høvdu ræst kjøt, heimahugna og nakað av fýrverki, sigur Erik Biskopstø.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?
- Hæddarpunktið í 2024 var, tá vit blivu signað við okkara 5. barni.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Hvørt ár hevur nokk við sínum plágum, men tað týdningarmesta er at koma víðari og vita, hvar tú fær styrk og stuðul.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025?
- At tað verður friður í Ukraina, Ísrael og Nagorno Karabak.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ikki annað enn at royna at vera ein góður maður, pápi og samfelagsborgari og ikki at gloyma at takka fyri allar signingar, sigur Erik Biskopstø.
Lesið eisini -
Tað var ringt at missa mína høgtelskaðu ommu - https://www.in.fo/news-detail/tad-var-ringt-at-missa-mina-hoegtelskadu-ommu