– Sáttmáli varð undirskrivaður millum partarnar í kvøld.
Soleiðis skrivaði Argja Bóltfelag á Facebook í gjárkvøldið.
Jan Dam, sum í dag er 56 ára gamal, er eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Hann var vinstri bakkur hjá Føroyum í tiltikna sigrinum ímóti Eysturríki í Landskrona í 1990 og spældi tilsamans 39 landsdystir. Í bestu føroysku deildini spældi hann 252 dystir, har nógv teir flestu vóru fyri barndómsfelagið, HB.
Í 2005 spældi Jan eisini fýra dystir við AB, ið hetta árið spældi í 1. deild.
Eftir lokna yrkisleið sum leikari gjørdist hann venjari. Jan Dam hevur A-prógv og var millum annað høvuðsvenjari hjá HB í 2016. Frá 2021-2023 var hann venjari hjá næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, og í ár hevur hann verið venjari hjá U17-liðnum hjá HB. Hann hevur verið ungdómsvenjari í HB í fleiri ár, og eisini var hann eitt skifti ungdómsvenjari hjá KB í Keypmannahavn. KB er eitt av móðurfeløgunum hjá FCK.
Kappingarárið 2024 var heldur tungt fyri næstbesta liðið hjá AB. Tað eydnaðist ikki at seta fastan venjara, og tí vóru fleiri, ið skiftust um at hava liðið til dystir. AB endaði nummar 8 av 12 liðum við 27 stigum. Ein part av kappingarárinum var liðið í niðurflytingarvanda, og hetta er ikki nøktandi.
Tað gjørdist eisini eitt rúgvismikið arbeiði at manna liðið, tí í teimum 22 dystunum í 2. deild brúkti AB heili 63 leikarar. Hóast tað er gleðiligt, at felagið kann heita á so nógvar leikarar, so er ynskið hjá felagnum, at liðið fær meira støðufesti og ein fastan bul av spælarum, ið mynda liðið í 2025.
Jan Dam skal saman við Øssuri Hansen, høvuðsvenjara, og Philip Eades, høvuðsungdómsvenjara, mynda ein felags leikhátt fyri besta liðið, næstbesta liðið og U21, sum eisini skal síggjast aftur í yngri deildunum. Tað er týdningarmikið at hava eitt gott næstbesta lið, ið aloftast er lopfjølin hjá felagsins egnu leikarum til besta liðið.
Fyrrverandi landsliðsleikarin starvast í Skúlanum á Fløtum, har hann m.a. er venjari á fótbóltsbreytini í framhaldsdeildini. Vit gleða okkum at síggja Jan í venjaraleiklutinum á Argjum, har menning av okkara ungu spælarum verður raðfest høgt.
Fyrsta venjing verður mánadagin 6. januar kl 18:00. Allir leikarar eru vælkomnir at koma at royna seg.
– Vælkomin til AB, Jan, skrivar fótbóltsfelagið á Argjum.