Tann, sum er undir illgruna fyri við vilja at hava koyrt á fólk í amerikanska býnum New Orleans, er deyður.
Tað upplýsir amerikanska samveldisløgreglan, FBI, í einum tíðindaskrivi, skrivar CBS News.
Ein maður koyrdi ein pick-up eftir søguligu Bourbon Street "við sera høgari ferð."
Tað boðar løgreglustjórin í New Orleans, Anne Kirkpatrick, frá á einum tíðindafundi.
Eisini ljóðaði, at maðurin skeyt eftir løgreglumonnum og rakti tveir, sum báðir eru í stabilari støðu.
Í minsta lagi tíggju fólk eru staðfest deyð higartil. Í minsta lagi 35 onnur eru særd, skrivar ABC News.
Bilførarin á bilinum doyði eftir skotbardaga við løgregluna, upplýsir FBI. Ein ónevndur løgreglumaður hevur áður sagt við NBC News, at gerningsmaðurin helst var deyður.
Nú hevur FBI váttað tað.
##med2##
- Í morgun koyrdi ein persónur ein bil inn í eina mannamúgvu á Bourbon Street í New Orleans, har fleiri fólk doyðu og fleiri tíggjutals vórðu særd, sigur FBI í eini fráboðan.
Samveldisløgreglan leggur afturat, at hon arbeiðir saman við "okkara samstarvsfeløgum at kanna hetta sum yvirgangsgerð".
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur fingið at vita um deyðiligu vanlukkuna í New Orleans í morgun. Tað siga Hvítu Húsini sambært ABC News, og leggja afturat, at forsetaskrivstovan hevur verið í sambandi við borgarstjóran í New Orleans, LaToya Cantrell, fyri at bjóða sín stuðul.
Løgreglustjórin Anne Kirkpatrick hevur sagt, at talan var um eina tilætlaða gerð, og at gerningsmaðurin royndi at "renna á so nógv fólk sum hann kundi".
/Ritzau/