Sáttmáli gjørdur um Húsið millum Vatna

Nýggjársaftan undirskrivaði Eiðis kommuna sáttmála við Sp/f Búð um bygging av Húsinum millum Vatna

Á økinum norðanfyri fótbóltsvøllin, tætt við dagstovnin Korndalsgarð og Hólmahúsið, verður ein nýggjur og nútímans bygningur bygdur. Húsið fer at avloysa núverandi Eiðisstovu, frítíðarskúla og ungdómshús. Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Tað verður hitað við grønari orkuskipan.

 

Bygningurin verður ein nýggjur miðdepil fyri samveru og fjølbroyttum frítíðarvirksemi í kommununi. Húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru, eru við til at skapa og menna felagsskapin.

 

Síðani 2021 hava vit arbeitt saman við øllum avvarðandi brúkara og fakbólkum, og nú fegnast vit um hesa nýggju og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at betra trivnaðin hjá borgarunum í øllum aldri. Eldru borgararnir, sum í dag halda til í Eiðisstovu, fara at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum. Frítíðarskúlin fær nýggj hølir við góðum umstøðum og verður framtíðartryggjaður til 60 børn. Ungdómurin fær eitt hús, sum bjóðar nýggjar møguleikar innan eitt nú tónleik, miðling, list, verkstað, hondarbeiði og mangt annað.

 

 

 

Annfinnur Kruse, stjóri í Sp/f Búð segði nøkur orð til høvi:

 

Fyrst av øllum vil eg takka borgarstjóranum og bygginevndini fyri dirvið, og ikki minst áræði fyri at hava lagt so nógv fyri. Ja, eg hevði ikki skilt tað, uttan at hava uppliva tað, og tað eiga tit stóra tøkk fyri. Men tað kemur ein dagur eftir hetta, og vón mín er, at samskifti við komandi borgarstjóra og bygdaráð verður eins gott og tað hevur verið, soleiðis at húsið norðanverst hólman kann koma til heiðurs og æru, bygdini og borgarunum at frama.

 

Eg vil ynskja øllum tykkum og tykkara eitt gott nýggjár. Og enn einaferð takka fyri gott samstarv og tøkk fyri álitið. At enda vísir hann til fyrsta ørindi í Eiðissanginum, Eiði mín heimbygd, eftir Óla Egilstrøð:

 

Eiði mín heimbygd, her vøgga mín stóð,

 

her vuksu vit upp millum vinfólk so góð.

 

Um ofta var baldrut, tá ódn leikti á,

 

tó finguð vit løtur so vakrar at sjá.

 

##med2##