Kaj Leo og liðfelagarnir eru fremst

Njarðvík vann trivaligan sigur á heimavølli

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík hava fingið eina góða byrjan í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini við seks stigum aftaná tveir teir fyrstu dystirnar.

 

Njarðvík vann í dag 3-0 á Dalvík/Reynir á heimavølli. Í steðginum var Njarðvík á odda 1-0.

 

Kaj Leo spældi nærum allan dystin. Hann var skiftur út tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Njarðvík-Dalvík/Reynir

 

Joao Ananias '43 1-0

 

Oumar Diouck '89 , br.  2-0

 

Oumar Diouck '90 3-0

 

Leygardagin 18. mai tekur Þróttur móti Njarðvík í triðja umfarinum í næstbestu íslendsku deildini.