KÍ hevur eina lítla favorittstøðu móti NSÍ

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-KÍ

Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík.

 

NSÍ er nummar fýra í deildini við 25 stigum, og KÍ er nummar trý í deildini við 30 stigum.

 

Tá liðini hittust á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík 1. apríl vann KÍ ein tepran 3-2 sigur.

 

Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum hevur KÍ 13 sigrar, meðan NSÍ hevur fýra sigrar.

 

KÍ er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, men tað er langt frá somu favorittstøðu KÍ hevði móti NSÍ 1. apríl, tá miðaloddsini fyri KÍ-sigur bert vóru 1,09.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til NSÍ eru 3,31.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,01.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 1,84.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##