KÍ hevur sett nýggjan venjara

Tað verður 49 ára gamli Allan Drost, sum tvey tey næstu árini verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og næstbesta mansliðnum

KÍ hevur sett danskan venjara. Tað er 49 ára gamli Allan Drost, sum nú fer at venja besta kvinnuliðið og næstbesta mansliðið.

 

KÍ skrivar soleiðis í dag:

 

Allan hevur seinastu mongu árini arbeitt við kvinnufótbólti, og hevur til dømis verið høvuðsvenjari hjá Kolding IF og FC Thy-Thisted Q í bestu donsku deildini, har hann í 2021 vann steypakappingina við síðstnevnda. Umframt hetta hevur hann verið U18 høvuðsvenjari hjá OB. 

Frammanundan hevur hann drúgvar royndir sum venjari, eitt nú sum elituvenjari hjá dreingjum í Vejle BK og sum hjálparvenjari í Joinville EC í næstbestu brasilsku mansdeildini, umframt at hann eisini her vandi elsta akademiliðið í felagnum. 

Umframt hægstu venjaraútbúgvingina UEFA Pro-licens hevur Allan eisini tikið UEFA Elite Youth A-útbúgving, har dentur serliga verður lagdur á ungar úrvalsleikarar. Hansara royndir og vitan eru tí sera viðkomandi fyri arbeiðið við ungu KÍ-arunum, sum í 1. deild verða fyrireikaðir til Betrideildar fótbólt. 

 

– Vit hava leitað eftir einum venjara við royndum og førleikum til at lyfta kvinnurnar upp aftur á ovastu rók, umframt at hjálpa ungu KÍ-arunum á næstbesta mansliðnum við tí stóru uppgávuni at gerast klárir til Betrideildarfótbólt við KÍ. Eftir drúgvar og góðar samrøður við Allan, eru vit fullvís í, at hann megnar hesa uppgávurnar, og vit eru sera glað fyri at fáa hann til Klaksvíkar, sigur Jonas Nielsen, akademistjóri. 

 

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru byrjaðar, og nýggi høvuðsvenjarin er spentur at flyta til Klaksvíkar fyrst í januar. 

 

– Eg gleði meg sera nógv til at hesa avbjóðingina, har eg saman við nógvum dugnaligum fólkum fari at gera alt fyri at røkka málunum fyri KÍ. Vit skulu tora at droyma stórt, og samstundis skulu vit arbeiða hart og eyðmjúkt, so eg ivist ikki í, at vit hava stórar upplivingar í væntu komandi árini, sigur Allan Drost.