Klaksvíkar kommuna skrivar, at KT-trygdarpolitikkurin fevnir um yvirskipaðu trygdarmálini og er grundarlag undir, hvussu Klaksvíkar kommuna tillagar kunningartrygdarhondbókina, sum er felagsheiti fyri KT-trygdarpolitikkin og undirliggjandi leiðreglur og virkisgongdir.
Leiðreglurnar, sum eru gjørdar, skulu vera við til at stuðla undir KT-trygd í kommununi í síni heild. Øll starvsfólk skulu arbeiða við og halda seg til kunningartrygd í dagliga arbeiðinum.
Arbeiðið at tryggja KT-trygdarstøði er bæði eitt krav fyri at halda lógar- og myndugleikakrøv, men eisini eitt neyðugt amboð, ið tryggjar samstarvsfelagum og borgarum okkara eina trygga tænastu.
Samtykti KT-trygdarpolitikkurin kann lesast her: Politikkir og faldarar