Í gjáramorgunin um 11 tíðina steðagaði løgreglan einum bili, har bilførarin ikki hevði skavað kavan av síðurútunum og bakrútinum. Og tað er ólógligt. Hann fekk tí bót fyri tað. Tað kostar 1.000 krónur í bót.
Vakthavandi á politistøðini minnir í morgun á, at tað er sera umráðandi, at fólk skava kavan av rútunum á bilinum.
Í Havn var ein bilførari tikin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil. Tað gevur eitt klipp í koyrikortið.
Í Hoyvík var ein bilur gliðin út av vegnum. Løgreglan sigur, at bilurin var væl skøddur og bilførarin var edrúur, og at talan var um eitt hálkuóhapp. Sama var á Glyvrum, har eisini ein bilur gleið út av vegnum. Eisini tann bilurin var væl skøddur, og bilførarin var edrúur.
Vakhavandi minnir á í morgun, at tað er sera hált nógva staði kring landið, og heitir á fólk um at kunna seg á landsverk.fo og annars at vera sera varin í ferðsluni.