Um 19 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at unglingar blakaðu kavabløk í vindeygu við KFUK-bøin við Varðagøtu í Havn. Løgreglan fór á staðið at tosa við tey ungu um at vísa hógv, og tað var orðnað í sátt og semju, sigur vakthavandi á politistøðini.
Aftur um 21 tíðina vóru boð eftir løgregluni um kavabløk. Nú var tað longri niðri í býnum í økinum við Bøgøtu. Og sama skilið endurtók seg tvær ferðir seinni um kvøldið uppi í Hoyvík.
Hóast tað uttan iva eru dreingjalótir ella spæl, so kann tað standast vandi av at kasta kavabløk eftir koyrandi bilum og fólki, sum kunnu fáa skaða, vísir vakthavandi á politistøðini á.
Tað kom tó eingin fráboðum at nakran skaða av kavabløkunum, verður sagt av politstøðini.