Loynilig konsert og kirkjukonsertir

Brot úr samrøðu við Fríða Djurhuus, bókara til G! festivalin. Fríði sigur eitt sindur um konsertirnar, sum verða í kirkjuni og um loyniligu konsertina, sum verður kl. 18 í dag.

Á skránni stendur, at tað verður loynilig konsert í fjósinum um eina løtu. Í morgin verða forkunnugar konsertir í krikjuni. 

 

Loynilig konsert

 

Sambært skránni verður ein loynilig konsert í Fjósinum fríggjadagin. Tá eg spyrji Fríða um tað, er hetta tað, sum kemur burtur úr:

 

- Eg veit ikki, hvør tað verður... ella jú, tað veit eg, men tit vita ikki. Eg kann siga, at tað verður foytt, sigur hann á søldfirðamáli.

 

Tá eg spyrji, um hann ikki kann avdúka meira, sigur hann:

 

- Hugsa teg um. Hevði tað bara verið ein og hvør, sum var lýstur sum ein loynilig konsert, ella er tað kanska okkurt serligt?

 

Men so ringir telefonin hjá honum, og so sigur hann ikki meira um loyniligu konsertina.

 

 

 

Konsertir í Gøtu Kirkju

 

Fyri fyrstu ferð í G! høpi verða konsertir eisini í Gøtu Kirkju. Talan er um tríggjar konsertir, sum verða leygardagin á ársins G! festivali. Fyrst verður konsert við amerikanska/íslendska tónaskaldinum Gabriel Gold, síðani verður konsert við nýstovnaða tónleikabólkinum Klingra, sum er samansettur av tónleikarum, sum hava royndir at spæla við stórum nøvnum sum til dømis Savage Rose, Eivør og Teitur. Seinasta konsertin í kirkjuni verður við Yann Tiersen, sum sambært Fríða er eitt tað størsta navnið, sum G! hevur í ár. Yann Tiersen er millum annað kendur fyri soundtrack’ið til kenda franska filmin Amélie.

 

- Eg vænti, at tær tríggjar konsertirnar verða nakað av tí mest fantastiska, sum vit fara at uppliva á G! í ár – og kanska nakað av tí mest fantastiska, sum vit fara at uppliva á G! í nógv ár. At sita friðarlig í eini kirkju, í einum stórum rúmi við nógvum ekkóa. Tær kenslurnar, sum vit fara at uppliva har, eg dugi ikki at siga, hvussu tað verður, men eg veit, at tað verður gott.

 

 

 

Hetta er eitt brot úr longri samrøðu við Fríða Djurhuus. Fulla greinin er at finna í Sosialinum.