VAR til Føroya í 2026

Arbeitt verður fram ímóti, at frá kappingarbyrjan 2026 fer VAR at verða nýtt í Betrideildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið, skrivar Fótbóltssambandið

Um alt gongur eftir ætlan, verður VAR partur av Betrideildini hjá monnum í 2026 - Mynd: www.FSF.fo

Arbeitt verður fram ímóti, at frá kappingarbyrjan 2026 fer VAR at verða nýtt í Betrideildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Vit kenna tað frá Champions League, Europa League og Conference League, og eisini tá føroyska manslandsliðið spælir EM- og HM-undankappingardystir, og í UEFA Nations League. Men nú koma vit eisini at síggja VAR (Video Assistant Referee) í Betrideildini hjá monnum.

 

– Vit hava arbeitt við hesum møguleika í eina tíð, og eftir ætlan fara vit at gera nakrar royndir í ár, og so taka vit VAR av álvara í brúk tá kappingarárið 2026 fer í gongd. Tað sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Sum skiltst, so fer VAR at verða nýtt í einum dysti í hvørjum umfari í fremstu deildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið. Og tá kappingin er liðug, hava øll liðini spælt eins nógvar dystir við VAR.

 

– Fyri skjótt tveimum árum síðani gjørdu vit eina roynd á Tórsvølli, har tvey ungdómslið hjá HB spældu dyst, og føroysku dómararnir, ið dømdu dystin, fingu møguleikan at royna VAR útgerðina. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit beinanvegin avgjørdu, at arbeiða víðari við hesi ætlan, ið nú nærum er komin á mál, sigur Lassin Isaksen.

 

Um alt gongur eftir ætlan, verður VAR partur av Betrideildini hjá monnum í 2026 - Mynd: www.FSF.fo