Tónleikaøkið raðfest á fíggjarlógini

Almanna og mentamálaráðið boðar frá at játtanin til Tónleikasamband Føroya, sum fyri fyrstu ferð kom á fíggjarlógina í 2024, er hækkað úr 500.000 krónur og upp í 700.000 krónur við fíggjarlógini fyri 2025

Hækkingin er oyramerkt til skipanina Økistónar, sum skal fremja og tryggja fleiri konsertir við høgari góðsku kring alt landið, árið runt.

 

Í uppskotinum frá landsstýrinum varð skotið upp at hækka játtanina til Symfoniorkestrið við 200.000 kr. Samgonguumboðini í Fíggjarnevndini løgdu 300.000 kr. afturat, soleiðis at játtanin hækkaði við tilsamans hálvari millión. Játtanin í ár verður sostatt 3,5 mió. kr.

 

Eisini fingu Tórshavnar Big Band og Aldubáran hvør sína egnu undirkonto á fíggjarlógini við einari játtan áljóðandi 240.000 kr. hvør.

 

-        Tónleikurin savnar okkum. Hann hevur ein serligan týdning fyri okkara mentanarliga og sosiala lív og samleika. Tónleikurin dugir at sameina okkum í felagsskapum, á festivalum og til alskyns mentanarlig tiltøk. Eisini hava okkara dugnaligu tónleikarar mangan sett Føroyar á heimskortið.

 

Tónleikurin hevur eisini eina serliga ávirkan á menningina hjá børnum og ungum. Hann kann stimbra skilvitið, skapandi evnini og sjálvsálitið hjá okkara ungu dýrgripum.

 

Tónleikur er tí ikki bert undirhald - men ein megi - sum kann broyta sinn og lív okkara. Tí eri eg so takksom fyri, at samgongan hevur raðfest tónleikaøkið á fíggjarlógini fyri 2025, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.