Meira enn ein hálv millión fólk eru flýdd úr Libanon

Tað sigur neyðhjálparskrivstovan hjá ST, stytt OCHA

 

Tøl hjá neyðhjálparskrivstovuni hjá ST (OCHA) siga, at meira enn ein hálv millión fólk eru flýdd úr Libanon til krígsherjaða grannalandið, Sýria.

 

Hetta er hent, eftir at kríggj brast á millum Hizbollah, sum er ein statur í statinum í Libanon og Ísrael.

 

OCHA-skrivstovan sigur, at 540.000 fólk eru flýdd úr Libanon, síðan Hizbollah-felagsskapurin, sum verður stuðlaður úr Iran, og Ísrael brustu saman.

 

Umleið tveir triðingar av flóttafólkunum, sum eru flýdd úr Libanon, eru sýrar, sum venda heimaftur, og ein triðingur eru libanesiskir ríkisborgarar.

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur neyðhjálparskrivstovuna hjá ST, OCHA.