Meirilutin í Tórshavnar kommunu sleppur lutaíbúðarverkætlan

Samstundis sum fleiri valevni til býráðsvalið lova gull og grønar skógir, hvat viðvíkir fjølbroyttum bústøðum, so er støðan nakað annað innanfyri teir fýra veggirnar í býráðnum.

 

Tí hóast ætlanin var fáa lutaíbúðir bygdar á kommunalari jørð fram við Villingardalsvegin, so er fyribils avgerð tikin um at sleppa hesum. Nú skulu privatar íbúðir heldur byggjast har. Hetta má ikki henda. Vit eiga heldur at halda fast í lutaíbúðarverkætlanini og hálsa um, tá málið kemur fyri til endaliga støðutakan á næsta býráðsfundi.

 

Vit mugu hava fleiri fjølbroyttar og almennar bústaðir. Lutaíbúðir eru ein týdningarmikil partur av hesum. Og sjálvsagt eiga vit at byrja á økjunum, sum kommunan longu sjálv eigur. Hesi eru ikki nógv í tali.

 

Men nú verður kúvent. Stígur kom í verkætlanina og heldur enn at steðga á og finna loysnir, er hon broytt. Gamaní, hava vit tørv á privatum íbúðum til leigu og til keyps. Men tað privata kann ikki loysa íbúðartørvin í høvuðsstaðnum einsamalt.

 

Kommunan skal taka ábyrgd á seg og syrgja fyri, at vit fáa fjølbroyttar bústaðir, sum egna seg til tørvin, sum er. Og vit eiga at byrja beinanvegin.

 

 

 

Elsa Berg, býráðslimur og valevni til býráðsvalið í Tórshavnar kommnunu