Mist túsund hotelnætur í mars

Felagið Gist & Vist, sum varðar av Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar, hava mist túsund hotelnætur bara í mars. Avlýsingarnar rapla inn fyri komandi mánaðirnar

– Tað sær ikki gott út, og vit hava ikki góðar vónir fyri hetta árið, sigur Jóhanna Rasmusssen, sølustjóri hjá Gist & Vist, ið tekur sær av øllum hotelbíleggingunum.
Ferðavinnan er ein av vinnunum, ið merkir størst avleiðingar av coronasmittuni. Og hóast mars er lágárstíð hjá gistingarhúsunum, so eru avleiðingarnar ógvusligar hjá gistingarhúsunum.

– Vit eru ikki komin ígjøgnum allar teldupostarnar, har einstaklingar, ferðaløg, ráðstevnur og onnur avlýsa. Men tað eru sera nógvar avlýsingar. Bara í mars hava vit mist umleið túsund hotelnætur, sigur Jóhanna Rasmussen.

Ferðavinnan hevur seinnu árini stríðst við at leingja um háárstíðina, og tað er partvís eydnast, tí at fleiri og fleiri hava eisini ferðast um veturin, og harvið eru eisini fleiri hotelkømur bíløgd.

Avlýsingar omaná avlýsingar

Men nú hevur coronasmittan broytt alt upp á heilt stutta tíð.

– Hotellini eru ikki heilt tóm, men so gott sum tóm. Tað er sera harmiligt, tá ið vit hava stríðst í fleiri ár fyri at fáa fleiri ferðandi um veturin, og tað hevur eisini verið vøkstur í, sigur sølustjórin.

Fleiri stórir bólkar og feløg hava avlýst.

– U21 landsliðið skuldi spæla móti Spania og Montenegro í mars, og tá var hotellið fult bílagt. Men nú verður tað av ongum. Á páskum, sum verður í apríl, vóru hotellini eisini fult bíløgd, men har eru næstan allar bíleggingarnar eisini strikaðar, sigur Jóhanna Rasmussen.

Eisini í summar eru nógvar avlýsingar komnar.

– Vit eru ikki komin ígjøgnum allar avlýsingarnar enn, tí vit hava serliga avgreitt tað, sum nú er fyri mars og apríl. Men tað eru eisini avlýsingar komnar inn fyri summarið, sigur Jóhanna Rasmussen.

Talan er bæði um føroyingar og útlendingar, ið avlýsa, sigur hon.

Hotel Vágar er í eini serstøðu í løtuni, tí tað verður nýtt av almennu myndugleikunum at seta fólk í sóttarhald.

Tryggingarspurningur

Tað er í flestu førum eitt mál millum kundan og tryggingarnar, um fólk fáa pengar aftur, nú tey avlýsa.

– Nakrar av hotelnáttunum eru bílagdar gjøgnum serlig tilboð, aðrar nætur eru bílagdar á annan hátt. Í flestu førum mugu fólk venda sær til tryggingina fyri at vita, um tey fáa pengar aftur. Fólk taka eisini kjansir, tá ið tey keypa og rinda, sigur Jóhanna Rasmussen.

Glað fyri hjálparpakka

Landsstýrið kunngjørdi í gjár, at teir fara at koma við einum hjálparpakka til vinnuna, sum er serliga illa rakt av coronasmittuni.

– Vit taka væl ímóti einum tílíkum pakka. Vónandi fer tað at hjálpa okkum, sigur Jóhanna Rasmussen.

Hon vísir á, at hon bara hevur við hotelbókingar at gera og einki við matstovuvirksemi hjá Gist & Vist.

Hvat hjálparpakkin fer at merkja fyri Gist & Vist, og um støðan fer at fáa avleiðingar fyri starvsfólkið í Gist & Vist, dugir sølustjórin einki at siga um.

– Tað veit eg ikki, tað mást tú tosa við stjóran um, sigur Jóhanna Rasmussen.

Viðgera støðuna

Tað er Johannes Jensen, ið er stjóri í Gist & Vist samtakinum. Tá ið vit fingu fatur í hann fyrrapartin, sat hann á nevndarfundi.

– Vit viðgera støðuna. Meira kann eg ikki siga, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist.