Nólsoyarskrásett skip er ársins skip

Aftur í ár hevur Sjóvinnustýrið kosið ársins skip í FAS.

 

Á 1. plássi er M/V FURE FERDER, og á 2. plássi er M/V FUREVIK, annað árið á rað. Fýra skip vóru á 3. plássi: M/V SVITZER GAIA, M/V BOB, M/V BOSS og M/V FREJA.

 

Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.

 

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Krøvini frá myndugleikum, farmsendara, eigara og havnaeftirliti eru ómetaliga høg fyri farmaskip. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á hvíta lista hjá Paris MoU.

- Hetta hevur alt at siga fyri marknaðarføringina av FAS-skipanini, sum kanningar hava víst hevur eitt jaligt fíggjarligt árin á føroyska samfelagið, sigur Sjóvinnustýrið.

 

Aftur í ár er Furetank Rederi í oddinum við bæði fyrsta og øðrum plássi. Hetta ber boð um eitt væl rikið reiðarí, sum vit eru glað fyri at hava í FAS, sigur Sjóvinnustýrið.

 

 

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at:

Úrslitunum frá havnaeftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:

- Víðkað eftirlit - 3 stig (expanded)

- Meira nágreiniligt eftirlit - 2 stig (MDI)

- Innleiðandi eftirlit - 1 stig (Initial)

 

Skip, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, verða lønt við 3 stigum árliga.

 

Um tvey skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað uppeftir, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.

 

Hetta er sættu ferð Sjóvinnustýrið kjósar Ársins Skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.