Pituffik Space Base, (áður Thule Air Base) í Norðurgrønlandi. Støðin skifti navn fyrr í 2023. Orsøkin til tað var millum annað, at støðin ikki longur varð mannað av U.S. Air Force, men hinvegin av U.S. Space Force síðani 2019. (Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)

NATO umhugsar at ganga Trump á møti við arktiskum tilboð

NATO vil minka um spenningin hjá Trump við at víðka um nærveruna hjá samgonguni í Arktis.

Pituffik Space Base, (áður Thule Air Base) í Norðurgrønlandi. Støðin skifti navn fyrr í 2023. Orsøkin til tað var millum annað, at støðin ikki longur varð mannað av U.S. Air Force, men hinvegin av U.S. Space Force síðani 2019. (Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)

Tingingar eru í hernaðarsamgonguni NATO um at leggja upp fyri amerikanska forsetanum, Donald Trump, og vera nógv meira til staðar við stórari NATO-útbygging í Arktis.

Hetta veit dpa at siga frá keldum í samgonguni.

Endamálið eigur at vera at minka um spenningin, sum hevur tikið seg upp um støðuna hjá Grønlandi sum partur av danska ríkinum.

Trump hevur lagt upp til, at USA kann keypa Grønland. Hann hevur víst á trygdarviðurskifti.

Áhugin verður av NATO-keldum mettur at vera grundaður orsakað av kinesiskum og russiskum virksemi í økinum, og uppskotið er ætlað at nøkta tørvin hjá forsetanum á tí punktinum. Samstundis kann USA luttaka í átakinum.

Keldurnar siga, at uppskotið er komið á eitt støði, har tað er óformliga umrøtt.

Sambært dpa kann hernaðarliga útbyggingin vera grundað á verjuætlanir, sum vórðu samtyktar í 2023.

Donald Trump, sum fyrstu ferð vísti á ynski um at keypa Grønland aftur í 2019, vildi ikki vísa aftur fyrr í hesum mánaðinum, at hann fór at brúka hernaðarligan ella búskaparligan tvingsil til at fáa amerikanskt vald og ognarrætt yvir Grønlandi.

Spurningurin um hernaðarligan tvingsil varð dempaður nakað av amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio, í útvarpssamrøðu hósdagin. Men hann segði eisini, at ynskið hjá Trump um økt vald yvir Grønlandi ikki er meint sum skemt.

– Hetta er ein vinnulívsmaður, sum fæst við politikk. Ikki politikari, sum fæst við politikk. So hann fer upp í hetta málið á ein heilt annan hátt, úr einum vinnuligum vinkli, segði Rubio.

– So hann fer ikki at byrja tað, sum hann sær sum eina samráðing ella eina samrøðu, við at útihýsa amboðum, sum styrkja hansara støðu, sigur Rubio og legði afturat, at forsetin ikki vil útiloka hernaðarligan tvingsul.

USA er í løtuni til staðar á Pituffik Space Base, sum áður varð nevnd Thule Base. Her kann USA víðka sína nærveru uttan at spyrja Danmark ella Grønland.

Viðvíkjandi amerikansku nærveruni í Grønlandi hevur USA longu rættiliga breiðar karmar sum avleiðing av verjuavtaluni millum Danmark og USA frá 1951.

Avtalan inniber, at USA, undir verjuni av NATO, skal hjálpa Danmark við at verja Grønland, og at USA hevur rætt til fría atgongd til alt í Grønlandi.

/Ritzau/