Nevningarnir fingið torføra uppgávu

Nevningarnir skulu nú taka støðu til um ein ungur maður, hevur beint fyri kvinnu, sum doyði í Hvannasundi í 2012

Tað er altíð ein stór avbjóðing at vera nevningur í rættinum men viðhvørt eru málini torførari at tala støðu til.

 

Ein 26-ára gamal maður er ákærdur fyri at hava beint fyri einari kvinnu í Hvannasundi í 2012. Málið er sostatt rættuliga gamalt. 

 

Myndugleikarnir hava tikið málið uppaftur eftir at tað var slept og tað endaði við at maðurin var ákærdur. Hann er ákærdur fyri  manndráp og verður hann dømdur gevur tað eina fongsilsrevsing millum fimm ár og lívstíð.

 

Verjin heldur, at prógvini í málinum eru alt ov veik og at maðurin tí ikki eigur at verða dømdur.

 

Dómurin í málinum verður sagdur í morgin.