Pólland og Baltalond ávara ES um prutlandi russiska hóttan

Eysturevropisk lond ávara um, at ES er fyri hybridálopi úr Russlandi og Hvítarusslandi, sum tey ikki hava sæð áður

Pólland og Baltalond heittu í dag á ES um at styrkja markið móti eysturi og ávaraðu í einum felags brævi Brússel um eina »prutlandi hóttan« úr Russlandi og Hvítarusslandi.

Tey fýra ES londini eru sterk sameind við Ukraina og harðir atfinnarar av Moskva, sum tey leggja undir at standa aftan fyri ymisk hybridálop – millum annað hóttanir, sabotasju, nýtslu av migrantum at skapa stríð, skeiva kunning, manipulatjónir av uttanrlandstíðindum, innblandin og cyberálop.

Politisku leiðararnir í Póllandi, Estlandi, Lettlandi og Litava mæla til, at tey 27b ES londini »brúka fleiri pengar og samskipa verjutiltøk innan fyri ES og Nato.«

– Bygging av eini verjukendum undirstøðukervi fram við uttaru mørkunum hjá ES móti Russlandi er eitt týdningarmikið tiltak ímóti tí stóra á áleikandi tørvi fyri skjótt at tryggja ES ímóti hernaðarligum og hybridum hóttanum, verður sagt.

Pólland og Baltalond hava longu styrkt teirra landamørk ímóti Russlandi.

Warszawa hevur marka yvir 2,3 milliardir evrur (yvir 17 milliardir krónur) til verju á pólska markinum.

Brævið frá teimum fýra londunum, sum kemur samstundis við, at ES heldur toppfund í Brússel, mælir til marknaverju »bæði politiskt og fíggjarliga«.

Tey ávara um, at hybridálop á ES úr Russlandi og Hvítarusslandi í nógv størri mun, enn vit hava sæð higartil.

Pólland legði í síðsta mánaði Russland undir at flúgva fleiri túsund møguligar asylsøkjarar til Moskva við tí endamáli at senda tey til eystaru mørkini hjá ES fyri at skapa órógv og trupulleikar, sum tey áður hava gjørt.

/ritzau/AFP