Við Alchemist hevur Rasmus Munk skapt eina matstovu, sum bjóðar bæði smakk, hugleiðing og uppliving – veitt fullkomiliga lýtaleyst við bestu rávørum, vínum og við sera professionellum starvsfólki.
Alchemist vinnur sostatt heiðurin sum ársins besta danska matstova í Danmark við 39 stigum av 40 fyri matin og 99 av 100 fyri samlaðu upplivingina.
Soleiðis skrivar White Guide um vinnaran.
Føroyska matstovan Ræst, sum varð tilnevnd sum ársins matstova, er á einum deildum 8. plássi saman við Koan.
Hinar matstovurnar í Top 10 hjá White Guide eru býttar soleiðis:
2. Geranium og Jordnær med 38/97
4. AOC med 38/95
5. Kadeau Kbh. med 38/94
6. Lyst med 37/97
7. Syttende med 37/96
8. Koan og Ræst med 37/94
10. Tri med 37/93
Karin Visth, sommelier á Koks/Ræst/Roks varð tilnevnd heiðurin »Årets Jan Restorff« – ein heiður, sum er nevndur er kenda føroyska tænaranum á Søllerød Kro í Danmark, havnarmanninum Jan Restorff.
##med2##
Men tað var kendi tænarin á Christian Aarø frá matstovuni AOC, sum fór við tí heiðrinum hesaferð.
##med3##
##med4##