Grønlendski býurin, Ilulissat, er mitt í einari vakstrarbylgju, og orsøkin er, veit Sermitsiaq at siga, komandi floghavnin, sum saktans kann gera býin til næst størsta bý í Grønlandi innan eini tvey ár ella so.
Men, ein slíkur vøkstur, sum býurin hevur havt seinastu árini, hevur eisini havt sínar avbjóðingar við sær, ásannar borgarstjórin, Palle Jeremiassen.
Hann sigur, at tørvurin á bústøðum er ein avbjóðing fyri menningina av býnum, sum kann draga 1000 arbeiðsfólk til sín innan 2026.
Seinastu fimm árini er fólkatalið Ilulissat vaksið í við nógvari ferð.
Sambært nýggjastu tølunum hjá Grønlands Statistik er fólkatalið í býnum vaksið við 409 fólkum, samstundis sum fólkatalið í Sisimiut, sum í dag er næst størsti býur í Grønlandi, er minkað við 92 íbúgvum.
Í løtuni hevur Sisimiut umleið 5.400 íbúgvar, og fólkatalið í Ilulissat nærkast 5000. Við verandi gongd kann roknast við, at Ilulissat inna fá ár hevur fleiri íbúgvar enn Sisimiut.
Men, samstundis, sum fólkatalið í Ilulissat veksur, heldur borgarstjórin í Avannaata Kommunu, at býurin stendur yvirfyri einari stórari íbúðaravbjóðing.
- Eg síggi positivt upp á vakstrarútlitini, men vit mugu ásanna, at býurin stendur yvirfyri einari íbúðarkreppu, sum krevur handlin, sigur Palle Jerimiassen.
Borgarstjórin sigur í samrøðu við Sermitsiaq, at longu nú standa umleið 1000 fólk á bíðilista eftir bústaðum í Ilulissat.
##med2##
- Haraftrat hava vit brúk fyri 350 arbeiðsfólkum í býnum, og tá nýggja floghavnin letur upp, vænta vit, at samlaði tørvurin á arbeiðsmegi til at reka floghavnina, hotellini í býnum og annað virksemi verður upp ímóti 1000.
Borgarstjórin sigur, at neyðugt verður at byggja nógvar bústaðir, og í kommununi hava tey víst á møguleikar at byggja umleið 770 nýggjar íbúðir í verandi økjum.
- Men, tað verður eisini neyðugt at finna nýggj byggiøkir og harvið tryggja langtíðarloysnir og vakstrarmøguleikar fyri Ilulissat, siga tey í Avannaata Kommunu.
##med3##