Fimm føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld. Harímillum vóru tvær føroyingauppgerðir.
Í Green Sports Arena í Ringkøbing vunnu landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing 33-25 á Mariu P. Nólsoy og liðfeløgunum í Horsens. Í steðginum var Ringkøbing á odda 18-11.
Rakul bjargaði sjey av 13 málroyndum tann partin av dystinum hon vardi málið. Kappingarneytin, Stephanie Andersen bjargaði sjey av 26 málroyndum, so Rakul stóð seg munandi betri enn kappingarneytin. Maria bleiv noterað fyri eitt upplegg til mál (assist).
Ringkøbing er næstaftast í deildini við sjey stigum. Horsens er fjórðaftast við átta stigum.
Í høllini á Frederiksberg vunnu Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn stórsigur 43-31 á Súnu K. Hansen og liðfeløgunum í Skanderborg. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 19-13.
Pernille skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Súna skoraði eitt mál og legði upp til fimm mál.
Keypmannahavn er nummar fýra í deildini við 20 stigum. Skanderborg er nummar níggju við níggju stigum.
Jana Mittún stóð seg aftur væl, tá hon og liðfelagarnir í Viborg á heimavølli í BIOCIRC Arena tóku ímóti toppliðnum, Ikast-Herning.
Ikast-Herning sum var greiður favorittur vann dystin 34-32. Tað var tó Viborg, ið var frammanfyri 17-16 í steðginum.
Jana átti lut í heili 13 málum. Hon skoraði fimm mál og legði upp til átta mál. Jana var sambært hagtølunum næstmest effektivi leikarin hjá Viborg.
Viborg er nummar seks í deildini við 18 stigum.