Dimmalætting skrivar í morgun, at Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag brúkti dagin í gjár at viðgera støðuna, nú Bjarni Johansen er farin úr samstarvinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at skipa meiriluta í Vágs býráð.
Semja var millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at halda fram við samstarvinum, sum hevur verið seinastu fýra árini. Men av tí at Levi Mørk fekk munandi fleiri atkvøður enn Bjarni Johansen, borgarstjóri, so skuldi Levi Mørk vera borgarstjóri.
Men hetta góðtekur Bjarni Johansen ikki, og tá boðaði hann frá, at flokkarnir sunnudagin skuldu skriva undir samstarvsavtaluna. Hann er í staðin farin saman við Tjóðveldi, sum hevur fýra býráðslimir í Vági. Saman við Bjarna Johansen hevur Tjóðveldi meiriluta og kann tí velja Bjarna Johansen til borgarstjóra, sum hann svíkir sín egna flokk og fer saman við Tjóðveldi.
Fyrstvaldi býráðslimur í Vági, Arni Brattaberg, hevði kallað býráðið saman at skipa seg. Men av tí at tey bæði, sum eftir eru í Javnaðarflokkinum og umboðini hjá Sambandsflokkinum ikki møttu, so bar ikki til at seta fundin, sum sambært kommustýrislógini skal vera fullmannaður, tá býráðið verður skipað.
##med2##
Við Dimmalætting sigur Jens Petur Brattalíð, virkandi formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, at fundirnir í gjár hava ikki ført til nakra niðurstøðu, og at ætlanin er at møtast aftur í dag. Men hann sigur kortini, at nevndin í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag visti einki um ætlanina hjá Bjarna Johansen at kasta saman við Tjóðveldi.
Bjarni Johansen hevur eisini fingið vita, at hann hevur ikki stuðul frá felagnum, ella frá flokkinum, til at gera sum hann gjørdi.
Sambært heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður býráðsfundur fríggjadagin klokkan 17, men skráin er tó ikki kunngjørd enn.