Russland steingir fyri gassi til Eysturríki

Eysturríki hevur í trý ár fyrireikað seg til, at Russland kann skerja gassið. Gassgoymslur fáa landið ígjøgnum veturin.

Russiska orkufelagið Gazprom, hvørs búmerki sæst her, steðgar frá leygardegnum at veita gass til Eysturríki. Í staðin fer Eysturríki at fáa gass úr millum annað Noregi og úr sínum fullu gassgoymslum. (Arkivfoto) - Mynd: Olga Maltseva/Ritzau Scanpix

Russland steðgar veitingini av gassi til Eysturríki frá leygardegnum.

Tað sigur eitt umboð fyri lutvíst statsliga eysturríkska orkufelagið OMV.

OMV hevur fingið boðini frá Gazprom Export, sum er dótturfelag hjá statsliga russiska orkurisanum Gazprom.

Stongsulin verður sæddur sum ein reaktión uppá ein úrskurð hjá Altjóða Handilskamarinum, sum gav OMV 230 milliónir evrur í ósemju við Gazprom.

Tað svarar til 1,7 milliardir danskar krónur.

Fleiri ES-lond, so sum Týskland, hava arbeitt við at fáa gass veitt úr øðrum londum, eftir at Russland herjaði á Ukraina í februar 2022.

Men Eysturríki fær framvegis 80 prosent av sínum gassi úr Russlandi í 2024.

Kanslarin í Eysturríki, Karl Nehammer, vissar tó um, at eingi køld heim verða um veturin.

- Nakað er hent, sum vit hava væntað líka síðan kríggið byrjaði í Ukraina, og vit hava fyrireikað okkum til hesa støðuna, sigur samveldiskanslarin.

Hann leggur afturat, at gassgoymslurnar í Eysturríki eru fyltar til 93 prosent kapasitetin, sum í sjálvum sær kann nøkta gasstørvin hjá Eysturríki í umleið eitt ár.

Bæði OMV og Alfons Haber, nevndarformaður í myndugleikanum E-Control, hava fleiri ferðir vissað um, at eingin gassmangul verður í Eysturríki, sjálvt um Russland skuldi steingja gasskranarnar.

Síðani Ukrainakríggið byrjaði í februar 2022 og orkukreppan eftir hetta, sum stavaði frá minking í russisku gassveitingunum, er støðan batnað munandi, greiðir Haber frá.

Hetta kemst av lægri gassnýtslu og fleiri veitarum.

OMV upplýsir, at Eysturríki í staðin fer at fáa gass úr Noregi, frá egnari framleiðslu ella sum flótandi jarðgass (LNG), sent við skipi umvegis Týskland ella Italia.

Sjálvt uttan seinastu gongdina hevði samstarvið millum Eysturríki og Russland, sum hevur verið síðani 1968, helst endað.

Við árslok gongur sáttmáli um veiting av russiskum jarðgassi gjøgnum eina leiðing umvegis Ukraina og Slovakia úr gildi. Tað verður mett lítið sannlíkt, at tað verður endurnýggjað.

 

/Ritzau/dpa

 

Russiska orkufelagið Gazprom, hvørs búmerki sæst her, steðgar frá leygardegnum at veita gass til Eysturríki. Í staðin fer Eysturríki at fáa gass úr millum annað Noregi og úr sínum fullu gassgoymslum. (Arkivfoto) - Mynd: Olga Maltseva/Ritzau Scanpix