Sálarfrøðingar siga at Breivik er vandamikil

Á øðrum degi tosa sálarfrøðingar um rættarpsykiatriska frágreiðing í sambandi við viðgerð av umsókn frá Anders Bering Breiviku um at verða royndarleyslatin

Í 2012 varð Anders Breivik dømdur 21 ára fongsulsrevsing sum avleiðing av yvirgangsdrápinum á Utøya og bumbuálopinum í stjórnarkvarterinum í Oslo árið fyri. (Savnsmynd). - Mynd: Beate Oma Dahle/Ritzau Scanpix

Norski hópdrápsmaðurin Anders Breivik er framvegis ein vandi, men hann líður ikki av skizofreni ella øðrum psykotiskum sjúkum.

Tað er niðurstøðan hjá høvundunum handan eina rættarpsykiatriska frágreiðing, skrivar NRK.

Teir báðir høvundarnir, sum hava sirivað frágreiðingina, sálarfrøðingurin Pia Jorde Løvgren og sálarfrøðingurin Kåre Nonstad, vitna í dag í sambandi við, at Breivik biður um treytaða leyslatin.

- Vit finna eingi tekin um skizofreni ella aðrar psykotiskar sjúkur, sigur Kåre Nonstad.

Tær mongu samrøðurnar við Breivik, sum í 2011 framdi hópdrápið á Utøya, vísa hinvegin, at hópdrápsmaðurin er narsissistiskur og hevur eitt dyssosialt persónligheitsórógv.

Kåre Nonstad sigur, at Anders Breivik fylgir eini ekstremari høgrasinnaðari hugsjón, sum millum annað rættvísger nýtslu av harðskapi.

Tað er ilt at ímynda sær, at váðin kring Breivik í ávísan mun verður minkaður í framtíðini, siga teir báðir høvundarnir sambært NRK.

Sálarfrøðingurin Pia Jorde Løvgren sigur, at Breivik luttekur í avradikaliseringsprogrammi undir dóminum, men høvundarnir báðir uppliva onga broyting í honum.

- Hann yvir-identifiserar seg við málið. Hann tosar ikki um tann einstaka Anders, men um tann kollektivistiska Anders. Tað høgravíðgongda er vorðið samleiki hansara, sigur Pia Jorde Løvgren.

Hópdrápsmaðurin varð dømdur 21 ára fongsulsrevsing í 2012 fyri yvirgangsdrápini á Utøya og bumbuálopið í stjórnarbygningunum í Oslo árið fyri.

77 fólk lótu lív og 90 fólk fingu skaða í teimum báðum yvirgangsatsóknunum.

Anders Breivik hevur áður roynt at verið royndarleyslatin. Í januar 2022 varð áheitanin avvíst eftir tríggjar dagar við viðgerð. Í teoriini kann Breivik søkja um royndarleyslating á hvørjum ári.

Tríggir dagar eru settir av hesa vikuna til viðgerðina av umbønini um royndarleyslating, sum væntandi verður liðug hósdagin.

 

/Ritzau/

 

Í 2012 varð Anders Breivik dømdur 21 ára fongsulsrevsing sum avleiðing av yvirgangsdrápinum á Utøya og bumbuálopinum í stjórnarkvarterinum í Oslo árið fyri. (Savnsmynd). - Mynd: Beate Oma Dahle/Ritzau Scanpix