Samanbrestur millum garasjurokk og ein sjálvoyðileggjandi prentara

Ein kynisk, paranoid útkallan um fjaldan óndskap.

 

Eftir rúmdarrokk lagið, 'Maze of Death', er skotski "ikki tónleikarin" James Blames klárur við einum nýggjum lagið, sum enn einaferð er uttan fordømi. James lýsir lagið sum ein samanbrestur av garasjurokki og einum sjálvoyðileggjandi prentara. 'WE ARE BEING INVADED BY DEMONS', er ein kynisk, paranoid almenn útkallan um fjaldan óndskap, sum spakuliga tekur yvir okkum umvegis samtíðar miðlar; eitt nú filmar, modernaður tónleikur og alnótin. Tunga evnið verður útjavna við høgum tempoði og eini svingandi rokk rútmu.

 

Sjálvlærdur ikki-tónleikari

James Paul Clarke býr í Klaksvík, er ættaður úr Skotlandi og uppvaksin í Connecticut, USA. Hann lýsir seg sjálvan sum sjálvlærdan ikki-tónleikara og er í Føroyum mest kendur fyri at spæla “noise”, men í hesum føri er talan um “populist rock”, sum er heitið á komandi fløguni. Hóast hann hevur hollar royndir við at framføra live, serliga í Amerika, er 'WE ARE BEING INVADED BY DEMONS' bert annað lagið, hann hevur útgevur. Lagið er yrkt, sett saman og framført av JAMES sjálvum. Dámar tær bólkar sum The Fall, Public Image Ltd og Joy Division o.l. er 'WE ARE BEING INVADED BY DEMONS' óivað hóskandi til tín playlista.

 

Lurta eftir 'WE ARE BEING INVADED BY DEMONS'

 

Heildarútgávan 'Populist Rock' verður útgivin umvegis plátufelagið Tutl, skrivar tutl.com.