Sambandsflokkurin hevur í hesum samgonguskeiðinum tikið eitt risafet fyri allar føroyingar við diabetes og stofskiftissjúkum - vit vita, at talan er umleið heili 4.000 fólk í Føroyum, sum dragast við diabetes umframt avvarðandi.
Eri stoltur av at umboða ein flokk, sum veruliga hevur tikið eitt risa tak at umboða og gera framtíðar møguleikar fyri allar føroyingar við diabetes betri.
Vit leiddu politiska arbeiðið og gjørdu eina avtalu um eina diabetesmiðstøð í Føroyum - tað eri eg sera glaður um.
So tey næstu 10 árini vilja vit vera millum heimsins fremstu lond innan viðgerð og gransking innan diabetes, og gransking innan stoffskiftissjúkur.
Nú er eftir at føra hesa verkætlanina heilt á mál - og tað eru vit í Sambandsflokkinum til reiðar at arbeiða víðari við, koma vit í landsins leiðslu eftir løgtingsvalið.
Set X við
Kaj Leo Holm Johannesen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið