Samtyktu tríggjar milliónir afturat til Varpið í Klaksvík

Løgtingið hevur samtykt við aðru viðgerð at játta tríggjar milliónir krónur afturat til Varpið í Klaksvík

Talan er um uppskot frá fólkaflokstingfólkunum í Klaksvík, Beinir Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Árna Skaale, um at játta fimm milliónir krónur afturat til mentanarhúsið Varpið í Klaksvík.

Í viðmerking til uppskotið vístu tey á, at í 2022 vórðu 5mió. kr. játtaðar á fíggjarlógini til mentanarhúsið Varpið, og á fíggjarlógini fyri 2023 vórðu 7 mió. kr. játtaðar, sum tilsamans er 16% av íløguni.

– Á fíggjarlógini fyri í ár varð einki játtað. Uppskotsstillararnir meta, at rættast er at játta 5 mió. kr. afturat, vísandi til aðrar líknandi verkætlanir, har Løgtingið hevur stuðlað við nærri 33% av íløguni, søgdu tey.

Fíggjarnevndin er samd um máli.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Klaksvíkar kommunu, Grunnin Mentanarhús í Klaksvík og landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg.

– Fíggjarnevndin játtaði 7 mió. kr. til Varpið í álitinum til fíggjarlógina fyri 2023, og sostatt eru játtaðar 12 mió. kr. tilsamans. Upprunaumbønin frá stigtakarunum var 15 mió. kr. Nevndin ásannar, at gongdin í hesum málinum hevur verið heldur tilvildarlig, um samanborið verður við játtan til líknandi verkætlanir, og hevur eftirlýst eina greiða mannagongd fyri játtanir av hesum

slag.

– Fyri at ganga upprunaumbønini á møti mælir ein samd nevnd til at játta írestandi upphæddina á 3 mió. kr. Nevndin ger, enn einaferð, vart við, at greiðar mannagongdir fyri játtanir av hesum slag eru neyðugar og eiga at verða settar í verk, áðrenn játtað verður til fleiri verkætlanir av hesum slag, skrivar figgjarnevndin í áltinum.

Nevndin setti tí fram broytingaruppskot um, at játtaðar verða tríggjar milliónir krónur eyka til Varpið.

– Við broytingaruppskotinum verður eykajáttanin til endamálið lækkað úr 5 mió. kr. niður í 3 mió. kr. Við hesum viðmerkingum og broytingaruppskoti tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, skrivar fíggjarnevndin. Í fíggjarnevndini sita:

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna

Beinir Johannesen, næstformaður

Bjarni Hammer

Eirikur í Jákupsstovu 

Hanna Jensen 

Magnus Rasmussen

Steffan Klein Poulsen.

Løgtingið samtykti einmælt við 29 atkvøðum fyri at samtykkja uppskotið. Eingin var í móti, og eingin atkvøða var blonk. Málið skal tó hava eina viðgerð afturat í Løgtinginum, men alt bendir á, at málið tá eisini verður einmælt samtykt.