Sunda kommuna fer nú at lýsa trý byggibúgvin grundstykki til sølu.
Tað var á býráðsfundi hin 26. februar í ár, at kommunan samtykti at selja inntikin grundstykki út aftur byggibúgvin.
Í Sunda kommunu hava tey seinastu árini tikið inn aftur nøkur grundstykki, sum leingi hava ligið óbyrgd.
- Tey trý grundstykkini, sum nú eru klár, koma alment til sølu á middegi mánadagin hin 2. desember.
Sagt verður, at grundstykkini koma til sølu á heimasíðuni hjá kommununi.
- Talan er um grundstykkir í ávkavist Hvalvík, Oyri og á Langasandi, og kostanðurin eru 795 krónur fyri fermeturin.
Grundstykkini kunnu síggjast um heimasíðuna hjá kommununi - www.sunda.fo
Í Sunda kommunu siga tey í dag, at í 2025 koma enn fleiri byggibúgvin grundstykki til sølu.