Jóan Símun Edmundsson var ikki við vegna leikbann, tá lið hansara, Shkupi tók móti Struga í heimadysti í bestu norðurmakedonsku deildini.
Undan dystinum hevði Shkupi tapt fimm dystir á rað. Tí kom tað sera væl við, at Shkupi vann 3-1 (2-0) á Struga í dag.
Við sigrinum fekk Shkupi eisini eitt sindur av frástøðu til niðurflytingarstrikuna. Shkupi hevur 19 stig fyri 17 dystir, og teir hava seks stig niður til niðurflytingarstrikuna, har Vardar hevur 13 stig á triðaftasta plássinum.
Shkupi hevur heili 15 stig upp til Gostivar, ið er á triðja plássinum sum gevur rætt til evropeiskan fótbólt komandi ár. Shkendija er fremst í deildini við 36 stigum.
Jóan Símun og liðfelagarnir hava ein dyst eftir at leika undan vetrarsteðginum.
Komandi leygardag spælir Skhupi dyst á útivølli móti Besa 1976. Eftir tað er vetrarsteðgur.
Kappingin verður tikin uppaftur 16. februar, tá Rabotnicki kemur á vitjan.