Smakkiroyndir frá ymiskum matmentanum

Seinasti dagurin á Várdøgum í Nes kommunu er í morgin, tá altjóða tiltak verður í tjaldinum við smakkiroyndum frá ymiskum matmentanum, umframt at kommunan bjóðar ábit.

 

Várdagar eru í Nes kommunu alla hesa vikuna, og tiltakið byrjaði sum vanligt við ruddingardegi í kommununi seinasta leygarmorgun.

 

Ymiskt hevur verið á skránni hvønn dag í vikuni, og í gjár var ein gongutúrur út í Nes, tey rópa, og túrurin varð gjørdur saman við hjúnunum, Elini og Leivi á Torkilsheyggi.

 

Seint seinnapartin í gjár var skrúvugudstænasta í Fríðrikskirkjuni við Øssuri Kjølbro, presti, og seinni um kvøldið var kvinnukvøld við ymiskum forvitnisligum á skránni í Tofta skúla.

 

Í dag hevur sambært skránni verið ein útferðartúrur í Sandoynna, har farast skuldi við bussi av havnalagnum á Toftum klokkan 10 saman við frásøgumanninum, Jens Dalsgaard.

 

Seinasti dagurin á Várdøgum í Nes kommunu er í morgin, fríggjadagin, tá altjóða tiltak verður í tjaldinum frá klokkan 18 til 20, har smakkiroyndir frá ymiskum matmentanum kunnu roynast, umframt at kommunan bjóðar ábit.

 

Á tiltakinum í tjaldinum fríggjakvøldið, sum er ókeypis, verður eisini forkunnugt undirhald. Fríggjakvøldið verður eisini ein sangløta við felagssangi, sum Blái Krossur skipar fyri.

Á løtuni fer Kartin Høgnesen at hava eina andakt, og her verða eisini tónleikaframførslur við Gadders, Taborkórinum og Brandar, eins og Ásbjørn Berthelsen fer at undirhalda.

 

- Her verður ókeypis suppa at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Nes kommunu.

 

Leygardagin verður so Bátafestivalur á Toftum, ið er eitt stórt tiltak, sum savnar nógvar bátar, kampingvognar og nógv fólk, og kvøldið á Toftum endar við stórdansi í tjaldinum.