Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, er handtikin og skuldsettur fyri neyðtøku.
Tað sigur norska løgreglan í tíðindaskrivi sambært tíðindastovuni NTB.
Sambært ákæruni hevði Marius Borg Høiby kynsliga samlegu við ein persón, sum var í óviti ella av øðrum orsøkum ikki kundi fotða tí.
Sambært løgregluni er talan um annað kynsligt samband enn samlegu, men talan er tí sambært upplýsingunum hjá NTB um neyðtøku.
Høiby varð handtikin í gjárkvøldið klokkan 23.12.
/Ritzau/