Fríggjadagin 29. november klokkan 17 upprennur stóra løtan hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Tá spæla okkara í Sankt Jakobshøllini í Basel fyrsta dystin nakrantíð í einum EM-endaspæli. Mótstøðuliðið verður Sveis, ið deilir vertsskapin saman við Ungarn og Eysturríki.
Síðst í oktober tók Sveis lut í Carpatia Cup, har tær sveisisku spældu dystir móti Norðurmakedonia, Rumenia og Turkalandi.
Sveis var sannførandi í øllum trimum dystunum. Tær sveisisku vunnu fyrst 37-26 (16-14) á Turkalandi. Í øðrum dystinum vann Sveis 36-27 (16-16) á Rumenia, ið er eitt framúr gott úrslit. Tær sveisisku rundaðu Carpatia Cup av við at vinna 27-22 (14-12) á Norðurmakedonia. So okkara fáa ein harðan dyst móti Sveis í Sankt Jakobshøllini um 10 dagar. Men trýstið er á Sveis, og smáir túsind føroyskir áskoðarar fara at gera sítt at bera føroyska liðið fram í tí søguliga dystinum.
Her er sveisiski hópurin:
##med2##