Tað er Sjóvar kommuna, sum skipar fyri á Strondum, og her fer borgarstjórin, Artur Johansen, at siga nøkur orð, eins og stuðul verður handaður súkklarunum.
- Øll fáa møguleika at heilsa upp á "rynkurnar", og børn fáa fløgg at veitra fyri teimum.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at okkurt gott verður bjóðað til høvið, bæði til børn og vaksin, og her ynskja tey, at fólk møta fjølment til hugnaløtuna fyri Rynkeby-súkklarunum.
Tiltakið á Strondum verður frá klokkan 15 til 15.25 á parkeringsplássinum við rundkoyringina við Sjógv.