Þórir Hergeirsson hevur fingið íslendska falkaordanin

Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir hevur givið Þóri Hergeirssyni fremsta heiður landsins

Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir hevur í dag heiðrað 14 fólkum á Bessastöðum.

 

Millum úrmælingarnar, ið hava fingið sonevnda: Falkaordanin og eru slignir til riddarar er framúr dugnaligi venjarin hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti, árini millum 2009 og 2024, 60 ára gamli, Þórir Hergeirsson sum upprunaliga er frá Selfossi.

 

Við norska kvinnulandsliðnum vann Þórir Hergeirsson seks EM-gull, tvey OL-gull, trý HM-gull, tvær OL-bronsur, tvær HM-silvur, eina EM-silvur, og eina HM-bronsu. Heili 17 heiðursmerki.

 

Avrikini hjá Þóri Hergeirssyni eru so framúr, at tey vera neyvan tikin.

 

Í 2017 var Þórir Hergeirsson sligin til riddara í Noregi, tá Haraldur kongur handaði honum Sankta Ólavs ordanin.