Hvat bilmerki koyrir tú?
- Síðan eg keypti bil á fyrsta sinni, havi eg koyrt í bilum av slagnum Volvo. Núverandi bilur er rættiliga gamal, væl oman fyri 10 ár. Tí nærkast støðan, har flotin skal endurnýggjast.
Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?
- Diesel.
Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?
- Tað verður hann við rættiliga stórari vissu. Neyðugt er at elta hugburðin um at flyta seg frá fossilari orku til ravmagnsorku, grøna og burðardygga orku.
Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Men, hvørjar tankar hevur hann so um el-bilar?
- Mekaniskt havi eg einki skil fyri hesum, men onkur, ið stendur mær nær, hevur longu ognað sær ein el-bil, og royndirnar eru heilt góðar.
Tórbjørn heldur, at tað sjálvandi er ein trupulleiki – ella avbjóðing, um tú vilt - at Føroyar ikki eru nóg mikið elektrifiseraðar enn.
- Tað er helst soleiðis onkuntíð, at fleiri, sum halda seg koyra við ravmagnsbilum umvegis ravløður, í veruleikanum koyra við fossilari orku frá Sundsverkinum.
Borgarstjórin heldur tað vera alneyðugt, at vit øll í felag virka fyri totalu elektrifiseringini, sum hann tekur til.
Í VikuskiftisSosialinum seinast var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.