Vel ein skipsførara á Fólkating

Eg vil gera alt fyri at hjálpa føroyingum, ið renna seg fastar møguligar skipanir, sum ikki virka nóg væl landanna millum - antin trupulleikarnir liggja í Danmark ella her heima í Føroyum.

Eg eri millum valevnini á listanum hjá Tjóðveldi á fólkatingsvalinum í dag. Í fleiri ár var eg í nevndini hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag, og eg havi eisini verið formaður í felagnum.

 

Hjartað er á røttum staði. Eingin ivi skal vera um tað. 

 

Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til eitt fólkatingsval, og eg havi ongantíð stillað upp til eitt løgtingsval, men nú heiti eg á teg sum veljara - nær og fjar - um tín stuðul á valinum í dag.

 

Eg eri í bygdarráðnum í Sands kommunu, og í hesum valskeiði eri eg formaður í tveimum nevndum, teknisku nevnd og havnarnevndini, og eg stórtrívist í hesum lokalpolitiska arbeiði.

 

Í Sandoynni vita fólk, hvør eg eri, og hvat eg fáist við. Men, tá tú stillar upp, og valøkið er allar Føroyar, kennir tú ikki allar veljarar, og veljararnir kenna av góðum grundum ikki teg. 

 

Tí havi eg valt at siga, hvør eg eri, hvørji áhugamálini eru, og hvat eg fáist við í tí dagliga.

 

Mítt ynski er, at veljarar í dag vísa mær álit og geva mær høvi eisini at royna meg í enn størri politiskum samanhangi, sum sessurin á Fólkatingi er.

 

Eg eri útbúgvin skipsførari og sigli fyri Strandfaraskip Landsins. Í nøkur ár sigldi eg fyri Tor Shipping, og seinni fekk eg starv á skrivstovuni hjá felagnum. 

 

Royndirnar á skrivstovuni, har eg serliga hevði við manningarnar at gera, hava gjørt, at eg av og á eisini avloysi á SSL sum manningarsamskipari, har eg havi við allar manningar hjá SSL at gera. 

 

Sum navigatørur eri eg eisini í nevndini í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

 

Eg eri jarðbundin við nógvum lívsroyndum. Lívið hevur lært meg, at lutfalsliga smá mál ikki skulu skugga fyri stórum og glæsiligum málum, hvørki í dagsins stríði og strevi, ei heldur í politikki. 

 

Samfelagsviðurskifti í breiðari merking – alt frá børnum, ungum og tilkomnum til gomul, sjúk og veik – hava mín stóra áhuga. Børnini, familjan, vinir og kenningar eru tað besta, vit eiga.

 

Eg brúki ein fittan part av mínari frítíð sum flogbóltsvenjari hjá okkara ungdómum, gentum og dreingjum, eins og eg havi verið í nevndini bæði í Ungmannafelagnum Virkinum og í B71. 

 

Um mær verður víst álit á valinum, vil eg starvast á Fólkatingi fyri føroyingar og Føroyar. 

 

Eg vil gera alt fyri at hjálpa føroyingum, ið renna seg fastar í møguligar skipanir, sum ikki virka nóg væl landanna millum - antin trupulleikarnir liggja í Danmark ella her heima í Føroyum.

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi.