Føroyska U19-kvinnulandsliðið hevur farnu dagarnar tikið lut í einari A-ligu undankapping í Serbia, har mótstøðuliðini umframt Serbia hava verið Eysturríki og Kekkia.
Í dag leiktu Føroyar triðja og seinasta dystin móti Kekkia. Kekkia vann dystin 4-0. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki.
Fríggjadagin í farnu viku taptu Føroyar 1-7 (0-2) fyri Eysturríki. Sólja Ernstdóttir skoraði føroyska málið, tá hon minkaði um munin til 1-4.
Týsdagin í farnu viku taptu Føroyar 1-6 (1-3) fyri Serbia. Brá Zakariasardóttir skoraði føroyska málið. tá hon minkaði um munin til 1-3.
Eysturríki vann bólkin við sjey stigum. Kekkia var nummar tvey við fimm stigum, og Serbia var nummar trý við fýra stigum.
Dýrir, men góðir lærupengar hjá føroysku U19-kvinnunum.
Tær fyrstu 11 móti Kekkia í dag:
12. Ingrið Berg Rasmussen (M)
2. Teresa Jacobsen
3. Fríða Magnusardóttir Jakobsen
4. Vár Johannesen (L)
5. Jonnhild á Sondum
8. Sólja Ernstdóttir
11. Lisa Haraldsen
13. Elspa Maria Zachariassen
15. Natalia Dansdóttir Olsen
16. Helga Mikkelsen
17. Eydna Olsen Dalheim
Kelda: FSF