Skilji, at fyritøkur sum veita stórbilar og tílík amboð, hava uppgivið roynd sína at tekkjast Landsverki við vørum og tænastum teirra.
Tað ljóðar at ábyrdarpersónar hjá Landsverki sum velja og vraka millum innkomnu tilboðini, lívga um síni persónlig favorit bilamerki og kanska eisini seta kenskap til ávísan veitara framum, við at seta spesifikatiónskrøvini á útbjóðingartilfarinum soleiðis, at bert tann eini veitarin kann røkka teimum.
Sum almennur stovnur liggur skilda á Landsverki at vera objetektiv, og at keypa tær vørur sum á bestan hátt tæna stovninum. Og ikki at lata seg sum stovn, at vera leidd av ávísum persónsáhugamálum hjá ávísum starvsfólkum stovnsins.
Vóru tær uppgávur sum Landsverk skal brúka hesi stóramboð til heldur útveittar, var hesin háttur at velja og vraka heilt í ordan.
Kanska her er grundarlag fyri at biðja um alment innlit í givnu grundgevingar fyri, at valt verður millum veitarar, sum tað verður…
Bogi í Gil