Kommuna vil hava fólk út at skreiða

- So hilla vit og skreiða – kjúlala hey, fitt flyksingur fúkandi fleyg! siga tey í Vága kommunu í dag

 

 

Nú vit hava liggjandi kavaveður, hevur Vága kommuna gjørt av at steingja bryggjubrekkuna, so børn, ung og barnsligar sálir kunnu hugna sær við at skreiða og spæla í kavanum.

 

Brekkan verður grivin á ein hátt, so síðurnar verða so væl uppfyltar sum til ber fyri at tryggja best møguligu trygd.

 

- Harumframt er gjørdur ein bakki, og dekk eru løgd niðast í brekkuni til tess at fyribyrgja, at nakar kemur út á vegin, tá komið verður oman á bryggjuna.

 

Soleiðis siga tey í Vága kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at vegurin eftir bryggjuni verður stongdur við brekkuna, so eingin gjøgnumkoyring verður loyvd hetta tíðarskeiðið.

 

- Tó verður staðiliga mælt til, at bæði børn og vaksin vísa serligan ans, meðan skreitt verður.

 

Í Vága kommunu siga tey, at frá klokkan 18 í kvøld verður brekkan stongd fyri ferðslu og so leingi, sum umstøðurnar at skreiða her eru góðar.

 

- Tó mæla vit til, at tað ikki verður skreitt eftir klokkan 21, siga tey og leggja aftrat, at atkoma til bryggjuøkið verður á Giljanesi/ Hillingartanga og í Miðvági.  

 

Tað kann vera kalt at vera úti í kavanum leingi, og tí fer Virkishúsið við Ánna at bjóða kakao og bollar hóskvøldið frá klokkan 18-20. 

 

- Um viðrar fer Hans Ravnsfjall at syngja jólasangir frá klokkan 19, og neyvari kunning kann lesast á heimasíðuni www.vaga.fo