Verkætalnin "Friður á foldum" á konsertferð í Føroyum

Um vikuskiftið kemur forvitnislig tónleikalig verkætlan at uppliva í Føroyum. Verkætlanin kallast á føroyskum ”Friður á foldum” og handlar um hvussu friður kann ljóða. Trý tónaskøld, harímillum føroyski Alvi Joensen, hava komponerað hvør sítt verk út frá temanum ”Friður” fyri obokvartett (obo, violin, bratsj og sello). Og til konsertina í Norðurlandahúsinum fer bispur, Jógvan Fríðriksson, at halda talu um frið.

Göteborg Oboe Quartett (hereftir GOQ) hevur sett á stovn eina verkætlan, hvørs mál er at bíleggja trý nýggj tónliskaverk til bólk teirra. Tónaskøldini eru Erik Valdemar Sköld úr Svøríki, Veronika Voetmann úr Danmark og Alvi Joensen úr Føroyum.

 

Eftirsum at GOQ er einasti varandi tónleikabólkur av sínum slagi í Norðurlondum og kunnleikin um tónleikaverkini, sum eru skrivað fyri henda form av tónleikabólki, er avmarkaður, vilja GOQ við hesari verkætlan víðka leiktilfarið fyri obokvartett. Eitt av teimum mest spældu tónlistaverkunum fyri obokvartett er opus nummar tvey við navninum “Phantasy Quartet” av brittiska tónaskaldinum Benjamin Britten.

 

Verkið var skrivað í 1932 og Britten var kendur fyri sína friðarhugsjón.

 

– Vit liva í einari tíð við nógvum stríði og ósemju runt heimin, tísskil valdu vit at hava frið sum yviskipaða evnið fyri verkætlan okkara, siga stigtakararnir.

 

Víðari verður greitt soleiðis frá um verkætlanina:

 

– Ein av spurningunum vit seta okkum er, ber tað til at lýsa frið við tónleiki? Tann ógvisliga herstevnan og vígvallarvandin hevur verið lýstur uppá nógvar mátar gjøgnum øldirnar, men hvussu ljóðar friður? Við hesum evninum vilja vit fá áhoyrarar at hugsa um polaritetin millum kríggj og frið, og hvussu vit ávirkast av tí í dag. Sum ein partur av konsertini vilja vit samstarva við einum talara, sum skal halda smáar røður millum verkini um verkætlanarevnið. Bispur, Jógvan Fríðriksson, fer at vera talari til konsertina í Norðurlandahúsinum tann 3. mars 2024.

 

– Við hesari verkætlan vilja vit byrja eitt samstarv, har vit við hjálp av verkstovum fara at finna fram til eina felags tónleikaliga málbering, sum er lagað eftir teimum fýra limunum í GOQ og styrkir teirra persónligu eginleikar. Við hesari tónleikaligu rannsóknarstovu fara tónleikarnir og tónaskøldini at hjálpa hvørjum øðrum at skilja møguleikarnar og avmarkingarnar í teimum viðkomandi ljóðførunum.

 

– Mál okkara er at hendan verkætlan skal halda á í nøkur ár og fara á konsertferð í Norðurlondum. Vit vilja at hvørt konsertstað, sum verkætlanin vitjar, skal fáa møguleika at seta sín dám á konsertina, við at velja ein talara, sum kann viðgera evnið frið útifrá tí sjónarmiði sum er tíðarberandi í viðkomandi landi og staði. Hesin talari kann vera ein prestur, um konsertstaðið er ein kirkja, ein sjónleikari um framført verður í einum sjónleikarhúsið ella ein vísindamaður, um spælt verður á einum fróðskaparsetri. Á henda hátt verður eingin konsert sær líkum og so dámlig sum møguligt fyri staðbundnu áhoyrarar. Í hesari umsókn søkja vit um ferðastuðul og partvís samsýning til tónleikarar fyri at kunna framføra hesa verkætlan í Norðurlandahúsinum í Føroyum tann 3. mars 2024.

 

Konsertin við verkætlanini verður tann 3. mars kl.16.00 í Norðurlandahúsinum. (Ókeypis atgongd)

 

Hin konsertin við eina aðrari klassiskari skrá verður tann 1. mars kl.19.30 í Havnar kirkju. (Ókeypis atgongd)

 

##med2##

 

Verkætlanin er stuðlað av:

 

Sten K Johnsons Stiftelse

 

Helge Ax:son Johnsons Stiftelse

 

Kulturrådet (SV)

 

Lizzi og Mogens Staal fonden

 

Dansk Komponist forening

 

Koda Kultur

 

Og konsertferðin til Føroyar er stuðlað av Mentannargrunni Landsins og Føroya Stiftstjórn.

 

Her sæst og hoyrist ein brellbiti úr hvørjum tónleikastykki:

 

##med3##