Myrkrið hevði longu lagt seg yvir Skopje, tá týski domarin brúkslaði fyri seinastu ferð. Eftir stríðssigurin og brádliga dreymin um play-off dystir til deild B, so er veruleikin í dag eitt triðja pláss í bókinum.
Norðurmakedónia vann 1-0 í einum dyst, har føroyska liðið trýsti líka til tað seinasta. Petur Knudsen kann iðra seg um tveir brendar málmøguleikar, meðan Gunnar Vatnhamar má taka málið á seg. Báðir spældu annars væl.
Seks broytinar – Hallur liðskipari
Eyðun Klakstein boðaði frá fleiri broytinginum undan dystinum. Tá so Teitur M. Gestsson bleiv skaddur og Hallur Hansson klárur, so bleiv tað heilar seks broytingar frá liðnum, sum vann í Armenia.
Bárður á Reynatrøð, Jann Benjaminsen, Hallur Hansson, Hanus Sørensen, Meinhard E. Olsen og Petur Knudsen fingu allir møguleikan frá byrjan, meðan Jóannes Kalsø Danielsen, René Shaki Joensen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð byrjaðu á bonkinum hesaferð.
– Vit hava ein góðan og sterkan hóp, og hann skulu vit brúka. Dysturin í Armenia var strævin og kravdi nógv av okkara spælarum. Tí hava vit valt at gera nakrar skiftingar á liðnum í dag. Vit skifta spælarar, bæði tí vit ynskja nýggja orku inn á liðið, og tí vit hava góðar spælarar, sum kunnu fáa kjansin í hesum dystinum, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF undan dystinum.
Stórur leikvøllur – fá fólk
Toše Proeski leikvøllurin í Skopje tekur um 33 túsund áskoðarar, men kenslan tá tú stendur á vøllinum er, at hetta er ein leikvøllur við minst tvífalt so nógvum áskoðarum. Tí fyltu tey fáu túsund, sum vóru til dystin ikki so nógv í myndini.
Føroyska liðið kom skilagott frá byrjan, men eru undir einum ávisum trýsti fyrstu 20 minuttirnar. Fleiri ferðir tveita føroyskir spælarar seg fyri, tá norðurmakedónar royna seg við skoti. Einu ferðina er brúk harðliga brúk fyri Bárði á Reynatrøð, sum kemur út úr málinum og nær akkurát at rudda vekk.
Føroyska liði útmerkar seg við deyðbóltum og vit fingu sent okkurt innkast í brotsteigin. Eisini hevði Brandur Hendriksson eitt skot útifrá. Seinna partin av fyrra hálvleiki var føroyska liðið nógv betri við. Vit høvdu bóltin nógv á hálvuni hjá makedónum og onkrar ferðir er vandi á ferð. Men størsta møguleikan fingu vertirnir, tá ein áleypari blívur leysur, men skjeyt beint við síðuna av, eftir at Bárður kom leypandi úr málinum
Tað tykist verða gott lag, tá føroyskur spælararnir fara til hálvleiks. Viðhaldsfólkini á Toše Proeski vóru í fleiri førum ónøgd við, at føroyska liðið tók sær góða tíð at avgreiða deybóltar.
Hótta – men blíva revsaðir
Í Armenia minsti føroyska liðið stevði við bóltinum í seinna hálvleiki. Soleiðis var ikki í Skopje. Fyrsta korterið hevði føroyska liðið tveir teir vandamiklastu málmøguleikarnar. Fyrst bleiv Petur Knudsen leysur í høgru og valdi at skjóta úr kroystari støðu, men helst skuldi hann havt spælt upp á tvørs til Meinhard E. Olsen.
Løtu seinni var tað Petur Knudsen, sum bleiv spældur leysur av Brandi, men runavíkingurin fekk ikki umsetti til mál. Hetta skuldi vísa seg at blíva dýrt, tí løtu seinni gjørdi Gunnar Vatnhamar eitt mistak í verjuni. Bojan Miovski takkaði fyri og skoraði.
Hesa løtuna komu eisini trý mál í dystinum millum Armenia og Lettland, sum gjørdu at Føroyar eitt skifti vóru víðari, men løtu seinni duttu niður á triðja plássið. Tað sást eisini á vøllinum, at treytirnar broyttust. Dysturin “skrædnaði”, sum tað verður rópt, tá spælið gongur skjótt báðar vegir, og miðvøllur ikki klárar at fylgja við.
Seinastu tíggju minuttirnar legði føroyska liðið eitt stórt trýst á makedónska málið, men hóast fleiri innlegg og góðar støður, so bleiv tað ongantíð til tann stóra møguleikan. Føroyska liðið fall við æru í royndini at røkkja play-off dystinum, men loysti høvðusuppgávuna um at sleppa undan niðurflyting til UG.
Norðurmakedónia – Føroyar 1-0 (0-0)
1-0, Bojan Miovski, 62
National Arena Todor Proeski
Dómari: Daniel Schlager, Týskland
(Føroyar 5-4-1): Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson(L) (René Shaki Joensen, 58.min), Meinhard E. Olsen (Jóannes Bjartalíð, 79.min) – Petur Knudsen (Páll Klettskarð, 79.min)
Eykaspælarar: Mattias Lamhauge, Teitur Gestsson, Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg, Ási Dam, Noah Mneney, Jóannes Kalsø Danielsen og Adrian Justinussen.
Venjarar: Eyðun Klakstein og Atli Gregersen