Pávin vil hava kannað inntrivið hjá Ísrael í Gaza

Í komandi jubileumsbók, sum kemur út týsdagin, nertir Frans pávi við ósemjuna í Gaza.

87 ára gamli Frans pávi gevur síni minnisrit út í nýggjari bók týsdagin 19. november. (Savnsmynd). - Mynd: Claudia Greco

Frans pávi skjýtur upp, at tað verður kannað, um hernaðarliga inntrivið hjá Ísrael í Gaza er eyðkent av fólkadrápi. Hetta skrivar Reuters í dag.

Í einum broti úr bókini "Vónin skuffar ongantíð. Pílagrímar móti einum betri heimi", sum miðilin Vatican News hevur almannakunngjørt í dag, heitir mælir hann til, at átøkini hjá Ísrael verða kannað.

- Sambært nøkrum serfrøðingum er tað, sum hendir í Gaza eyðkent fólkadrápi.

- Tað skal kannast gjølla fyri at meta um, um tað passar innan teknisku allýsingina (av fólkadrápi, red.), orðað av løgfrøðingum og altjóða stovnum, sigur Frans pávi í brotinum.

Sitatið stavar frá einum broti í bókini, har Frans pávi nevnir humaniteru kreppuna í Gaza.

87 ára gamli Frans pávi vitjar eisini lond, sum taka ímóti krígsflóttafólkum.

- Í Miðeystri bjarga lond sum Jordan og Libanon framvegis milliónum av fólkum, sum flýggja undan stríðnum í tí økinum.

- Eg hugsi um øll tey, sum fara úr Gaza mitt í hungursneyðini, sum hevur rakt teirra palestinsku brøður og systrar, sum ikki fáa mat og hjálp borið til teirra øki, skrivar hann.

Bókin kemur í sambandi við jubileumsárið hjá katólsku kirkjuni í 2025, har Frans pávi fer at leggja fram minnisrit sítt.

Jubileumsárini í katólsku kirkjuni verða vanliga hildin 25. hvørt ár. Í komandi jubileumsárinum koma væntandi 30 til 40 milliónir og vitja Vatikanið í italska høvuðsstaðnum Róm.

Frans pávi er føddur í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires, og hann hevur verið pávi síðani 2013, tá hann avloysti Bænadikt XVI páva.

Bókin "Vónin skuffar ongantíð. Pílagrímar móti einum betri heimi" kemur út týsdagin 19. november í millum annað Italia, Spania og Latínamerika, og verður útgivin av "Hernán Reyes Alcaide, Edizioni Piemme forløgum".

 

/Ritzau/

 

87 ára gamli Frans pávi gevur síni minnisrit út í nýggjari bók týsdagin 19. november. (Savnsmynd). - Mynd: Claudia Greco