Taktiska rakettskipanin hjá herinum (ATACMS) er millum langtrøkkandi vápnini, sum USA hevur veitt Ukraina, men higartil ikki hevur loyvt ukrainarum at brúka móti málum í Russlandi. (Savnsmynd) - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Blað: Biden loyvir Ukraina at brúka amerikonsk vápn í Russlandi

Higartil hevur Biden ikki loyvt Ukraina at brúka rakettir, sum USA veitir, til at raka langt inni í Russlandi.

Taktiska rakettskipanin hjá herinum (ATACMS) er millum langtrøkkandi vápnini, sum USA hevur veitt Ukraina, men higartil ikki hevur loyvt ukrainarum at brúka móti málum í Russlandi. (Savnsmynd) - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur fyri fyrstu ferð givið herinum í Ukraina loyvi til at brúka langtrøkkandi vápn, sum USA veitir, til at raka skotmál í Russlandi.

Tað siga tríggjar keldur við vitan um málið við New York Times.

Sambært tíðindastovuni Reuters hava Hvítu Húsini ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið.

Keldurnar hjá New York Times leggja afturat, at vápnini helst í fyrsta umfari verða brúkt til at verja ukrainskar hermenn í Kursk-landslutinum í Russlandi.

Her berjast ukrainskar herdeildir móti russiskum herdeildum, sum fáa hjálp frá túsundtals hermonnum úr Norðurkorea.

Luttøkan hjá norðurkoreanskum hermonnum at hjálpa Russlands hevur elvt til djúpa stúran í Ukraina og millum vesturlendsku sameind.

Nýtsla av ATACMS rakettskipanini verður sædd sum eitt svar uppá útsetingina av norðurkoreanskum hermonnum.

Higartil hava Biden og hansara stjórn noktað at loyva ukrainskum herdeildum at brúka rakettir, sum USA veitir, til at raka langt inni í Russlandi.

ATACMS kann raka mál, sum eru pp til 300 kilometrar burturi.

Eru upplýsingarnar frá keldunum hjá New York Times rættar, er talan um eina týðandi broyting í amerikansku linjuni í stríðnum millum Ukraina og Russland.

Russland hevur ávarað um, at tað at um USA loyvir Ukraina at brúka amerikansk vápn, verður fata sum ein álvarslig eskalering av krígnum.

Ukraina ætlar at seta síni fyrstu langtíðarálop í verk komandi dagarnar, siga keldur í New York Times.

Tey fara ikki at upplýsa fleiri smálutir av trygdarávum.

Nakrar keldur í Biden-stjórnini hava víst á iva um, hvørt álop við langtrøkkandi rakettum fara at broyta samlaðu gongdina í krígnum.

Men tað kann geva Ukraina ein fyrimun í eini tíð, har russiskar herdeildir gera framstig.

Hetta kann møguliga geva Ukraina eina betri støðu í øllum framtíðar samráðingum um vápnahvíld, skrivar Reuters.

Biden hevur góðar tveir mánaðir eftir í Hvítu Húsunum, áðrenn valdi forsetin, Donald Trump, verður settur í starv 20. januar.

Ógreitt er, um Trump fer at venda avgerðini hjá Biden aftur, tá hann tekur við embætinum.

Trump hevur leingi funnist at, at USA stuðlar Ukraina búskaparliga og hernaðarliga við nógvum milliardum dollarum.

Komandi forsetin hevur lovað ein skjótan enda á krígnum, men hevur higartil ikki greitt frá, hvussu hann fer at gera tað.

 

/Ritzau/

 

Taktiska rakettskipanin hjá herinum (ATACMS) er millum langtrøkkandi vápnini, sum USA hevur veitt Ukraina, men higartil ikki hevur loyvt ukrainarum at brúka móti málum í Russlandi. (Savnsmynd) - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix