Kystverket í Noregi er ein almennur myndugleiki, sum hevur ábyrgdina av tryggari skipaferðslu fram við norsku strondini og skipaferðsluni til og úr norskum havnum, og Kystverket stendur eisini fyri tilbúgvingini í samband við bráðfeingis oljudálking.
Nú skal Kystverket standa fyri útboðnum av heimsins fyrsta skipstunli - sonevnda Stadtunlinum, sum verður 1,7 kilometrar langur, 37 metrar høgur og 36 metrar breiður.
Endamálið við tunlinum er skapa eina tryggari skipaferðslu í tí annars harðbalna Stadhavinum. Sambært Kystverket kann tunnilin taka umleið 80 prosent av dagsins skipaferðslu um hesar leiðir.
Sum skilst á www.kystmagasinet.no verður skipstunnilin boðin út hin 1. desember í ár, og tá byrjar tilgongdin at finna ein entreprenør, sum kann byggja tunnilin, og Kystverket heldur, at stórur áhugi er fyri hesi verkætlan.
Kystverket fer at almennakunngera útboðið fyri byggiverkætlanina í næstum, og síðan er ætlanin at bjóða áhugaðum heildarveitarum á eina útbjóðingarráðstevnu, sum verður í Gardermoen hin 17. desember í ár.
Lesið meira um forvitnisligu verkætlanina við heimsins fyrsta skipstunli á hesari leinkju - https://www.kystmagasinet.no/anbud-kystverket-stad-skipstunnel/stad-skipstunnel-ut-pa-anbud-1-desember/1850763
Væntandi er, at tunnilin fer at kosta stívliga fimm milliardir norskar krónur, sum svarar til stívliga tríggjar milliardir í okkara peningi.