Eyðun Klakstein avgjørt eitt boð upp á nýggjan venjara

FSF forsetin hevði einki havt ímóti tí, um venjaraparið helt fram, sum hevði ábyrgdina av landsliðnum í Armenia og Norðurmakedónia

Í løtuni arbeiðir FSF við at finna nýggjan landsliðsvenjara. Dimmalætting hevur spurt Christian F. Andreasen, um tað er møguleiki, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, sum eru fyribilsvenjarar og annars hava ábyrgdina av U-21 landsliðnum, fara at halda fram við ábyrgd fyri A-landsliðnum?

 

– Tað hevði eg einki havt ímóti, men tað eri ikki eg einsamallur, sum geri sovorðið av. Tað eru umsitingin og landsliðsnevndin, sum innstilla til starvsnevndina, sum so tekur avgerðina.

 

– Undir leiðslu av Eyðuni og Atla hava vit kent stóran íblástur kring landsliðið. Tað eigur at síggjast aftur í, at tað verður fullsett á Tórsvølli, tá ið landsdystir aftur vera í Føroyum, og so fáa vit at síggja, hvør tá fer at hava ábyrgdina av liðnum, sigur Christian F. Andreasen við Dimmalætting.

 

Greinin í Dimmalætting kann lesast her