Í kvøld spældu Daniel Johansen, Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød seinasta dystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini undan vetrarsteðginum.
Á útivølli hølvaði Hillerød HB Køge av. HB Køge legði seg á odda 1-0, men Hillerød svaraði aftur við at skora fimm ferðir, og tað endaði við einum 5-1 stórsigri til Hillerød.
Adrian legði upp til 5-1 málið, ið Mathias Veltz skoraði. Í 17 dystum hevur Adrian skorað 10 mál, og hevur lagt upp til eitt mál.
HB Køge-Hillerød 1-5 (1-1)
40' 1 – 0 Hans Christian Bonnesen
42' 1 – 1 Tobias Arndal
48' 1 – 2 Tobias Arndal, br.
53' 1 – 3 Monday Etim
68' 1 – 4 Cornelius Allen
83' 1 – 5 Mathias Veltz
Hillerød heldur vetrarsteðg á einum sætta plássi í deildini við 24 stigum.
Komandi dystur hjá Hillerød verður leiktur á heimavølli 23. februar. Tá kemur greiða oddaliðið, OB á vitjan.