Fimm bilar í ferðsluóhappi í Tórsgøtu

Um middagsleitið í gjár endi eitt ferðsluóhapp í Tórsgøtu í Havn, har ein bilur koyrdi á ein mann til gongu og fýra bilar

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at óhappið hendi, tá ein bilur koyrir á ein mann, sum gongur á gongubreytini í Tórsgøtu. Hetta er millum Meiaríið og Posthúsið. Síðani koyrir bilurin á fýra aðrar bilar, í øllum førum nakrir stóðu parkeraðir undir Posthúsini.

Ákoyrdi maðurin, sum var ein tilkomin maður, varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Hann hevur fingið nakrar skaðar og skal vera har til kanningar í nakrar dagar, sigur vaktleiðarin. Løgreglan hevur enn ikki tosað við tann mannin. Men nógv fólk sóu tilburðin, sum hendi í nógvu ferðsluni sum var hendan black-friday-dagin.

Løgreglan hevur enn ikki fingið greiðu á orsøkini, men hevur ikki mistanka um rúsdrekka koyring. Førarin var ein eldri maður, sum eftir øllum at døma misti tamarhaldið á bilinum.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##